Innanlands

Kringvarpið søkir nú eftir stjóra

Kringvarpið hevur júst nú koyrt starvslýsing út

(Mynd: visittorshavn)

(Mynd: visittorshavn)

2018-08-23 15:43 Author image
Oda Strøm
placeholder

Kringvarp Føroya leitar nú eftir nýggjum stjóra.

Kári Sólstein, starvsfólkaumboð í Kringvarpsstýrinum, hevur verið virkandi stjóri, síðan Johnny í Grótinum fór frá sum stjóri í Kringvarpinum í juni mánað. 

Bæði Kringvarpsstýrið og Johnny í Grótinum vóru tá vorðin samd um, at tað var frægast fyri stovnin, at samstarvið partanna millum endaði. 

Í starvslýsingini eftir nýggja stjóranum stendur m.a. at lesa, at stjórin hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya, sum er skipað eftir løgtingslóg.

- Sum stjóri ert tú álitisvekjandi, setir trúvirði í hásæti og er tann, ið myndar stovnin alment. Tú hevur viðkomandi leiðsluroyndir, viðkomandi miðallanga ella langa útbúgving og fyrimunur, um tú hevur miðlaroyndir. Tú eggjar til eldhuga, ert savnandi, megnar at fylgja settum málum og halda kósina. Tú hevur innlit í føroyska mentan, samfelagsviðurskifti, greiða fatan av public service uppgávum Kringvarpsins og tryggjar eitt fakliga høgt støði á stovninum.

Freistin at søkja stjórastarvið á Kringvarpi Føroya er 21. september 2018.

Starvslýsingin sæst her.

placeholder
placeholder