Mentan

Kringvarpið eigur at framleiða meira tilfar til børn

Tilfar til børn og ung eigur at vera ein av aðaltáttunum í virkseminum hjá Kringvarpinum, sigur Jenis av Rana í svari til fyrispurning frá Jóhannis Joensen

– Eg taki avgjørt undir við, at meira tilfar til børn verður framleitt, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

– Eg taki avgjørt undir við, at meira tilfar til børn verður framleitt, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-05-16 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Meira tilfar til børn eigur at verða framleitt á Kringvarpinum ella til Kringvarpið.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, sum hevur svarað fyrispurning hjá Jóhannis Joensen, tingmanni úr Javnaðarflokkinum.

Tingmaðurin, sum vísti á, at stórur tørvur er á at framleiða meira føroyskt barnatilfar og sostatt fáa føroysk børn at læra og nýta føroyskt mál spurdi, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur um at geva Kringvarpinum neyðugu umstøðurnar at framleiða meira barnatilfar á føroyskum.

Les eisini: – Stórur tørvur á at framleiða føroyskt barnatilfar

Jenis av Rana sigur, at hann hevur arbeitt við at útvega Kringvarpinum størri fígging so líðandi komandi árini, men at tað tíverri ikki hevur borið á mál enn. Hann vísir á, at Kringvarpið er ein sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, og kann hann sostatt ikki ávirka programmvirksemið hjá stovninum.

Tó ber til at gera public service-sáttmála við Kringvarpið, sambært kringvarpslógini, har til ber at raðfesta ávíst virksemi, og tilfar til børn og ung eigur at verða raðfest, sigur hann.

– Tilfar til børn og ung eigur av mongum góðum grundum at vera ein av aðaltáttunum í virkseminum hjá Kringvarpinum. Tilfar til børn og ung hevur eisini verið partur av public service-sáttmálanum frá fyrsta degi. Tó hevur stovnurin ikki kunnað framleitt eins nógv tilfar, sum allir partar kundu ynskt sær. Tað er kostnaðarmikið at framleiða upprunaføroyskt tilfar, samstundis sum stovnurin skal fevna breitt og røkka fleiri ymiskum málbólkum.

Men í public service-sáttmálanum, sum arbeitt verður við í løtuni, og sum helst skal fáast í gildi skjótast til ber, verður ikki bert ásett, at Kringvarpið skal raðfesta gott tilfar til børn og ung, men eisini nógv tilfar til málbólkin, sigur landsstýrismaðurin.

– Partarnir eru samdir um, at tað er alneyðugt í eini tíð, har stóru stroymingartænasturnar varpa alt meira útlendskt tilfar, eisini til børn og ung. Vit hava eisini aðrar stovnar, ið framleiða barnatilfar í stórum og góðum nøgdum, eitt nú Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags. Tó er Kringvarpið kanska tann mentanarberandi miðilin, ið røkkur longst, og eg taki tí avgjørt undir við, at meira tilfar til børn verður framleitt á stovninum ella til stovnin, børnum og ungum og føroyska málinum og samleikanum at gagni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder