Innanlands

Koyrdi ávirkaður í stolnum bili

Ein bilførari er skuldsettur fyri bæði stuldur og rúsdrekkakoyring, og løgreglan kannar í løtuni tvey harðskapsmál

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-03-05 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan aftur verið úti og kannað ferðsluna, og í hesum sambandi varð ein bilførari í Norðurøkinum tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Men ikki nokk við tí, so koyrdi hann eisini í einum stolnum bili. Talan var um ein bil, sum var stolin úr høvuðsstaðnum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Burtsæð frá hesum hevur seinasta samdøgrið verið rættiliga friðarligt, men løgreglan kannar í løtuni tvey harðskapsmál. Eitt í Suðuroynni í nátt, og eitt í Havn, sum var meldað í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder