Innanlands

Koyrdi 127 kilometrar um tíman

Ein bilførari varð í nátt tikin fyri at koyra nógv skjótari, enn loyvt var, men annars hevur náttin verið friðarlig, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-02 11:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan trý í nátt varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt.

Viðkomandi koyrdi 127 km/t á landsvegnum við Hósvík, har mest loyvda ferðin er 80 km/t.

Umframt eina bót gevur hetta eina treytaða frádøming, ið merkir, at førarin skal upp til nýggja koyriroynd.

Løgreglan upplýsir í morgun, at náttin annars hevur verið stak friðarlig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder