Innanlands

Koronutilburður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Talan er um ein persón, ið framdi koppsetingar í gjár. Í hesum sambandi hava øll, sum vórðu koppsett í Klaksvík í gjár, fingið áheitan um at kanna seg fyri koronu. Mett verður tó, at smittuvandin er lítil - millum annað tí at viðkomandi sjálvur er koppsettur

2021-07-06 15:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt av starvsfólkunum, ið koppsetti á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í gjár, hevur fingið staðfest koronusmittu. 

Viðkomandi hevur verið fyri kortum verið uttanlands og er sjálvur koppsettur fyri koronu. 

Hetta váttar Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fyri Portalinum.

Les eisini: Níggju nýggir tilburðir staðfestir í gjár

Súsanna Olsen sigur, at persónurin ikki koppsetti leingi, og av tí at tað tekur so mikið stutt at koppseta, umframt tað at viðkomandi hevur fingið bæði prikini, so er vandin fyri smittu lítil.

Fyri at binda um heilan fingur hevur Klaksvíkar Sjúkrahús tó sent boð út til øll, sum í gjár vóru til koronukoppseting har. Tey hava fingið áheitan um at lata seg kanna fyri koronu sum skjótast og aftur um nakrar dagar. 

Koppsetingarnar vórðu framdar á einari hædd, har einki annað virksemi er í løtuni.

Hetta er ikki frysta dømi um, at ein persónur, ið er koppsettur, fær staðfest koronusmittu við PCR-kanning. Ymsar kanningar vísa, at í flestu slíkum førum er smittan mildari, og tað eru lítil sannlíkindi fyri víðari smittu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder