Koronupass kemur í gildi í Føroyum

Í síðstu viku segði løgmaður at koppsett smittaðu eisini og tí var koronapass ikki loysnin. Nú smitta tey ikki kortini - ikki líka nógv í øllum førum - og eftir nógv trýst seinastu dagarnar bakkar løgmaður

Løgmaður greiddi í Degi og viku í kvøld frá nýggju tilmælunum, sum vóru likin til Kringvarpið (Skíggjamynd: KVF)

Løgmaður greiddi í Degi og viku í kvøld frá nýggju tilmælunum, sum vóru likin til Kringvarpið (Skíggjamynd: KVF)

2021-11-09 20:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú kemur koronupass í gildi í ávísum førum í føroyska samfelagnum. 

Eitt galdandi koronapass er nakað tú fært um tú ert vaksineraður við tveimum prikum ella fleiri, koronutest sum ikki er eldri enn 72 tímar.

Hetta er nakað sum landsstýrið nú fer at taka í brúk fyri at steðga koronuútbrotinum, tá vit eru í stig 2. Koronustøðan í Føroyum verður framyvir deild upp í trý stig. Stig 1 (grønt), stig 2 (gult) og stig 3 (reytt), alt eftir hvussu tølini síggja út, verða ymisk tiltøk sett í verk.

Tað kundi Dagur og vika avdúka í kvøld.

Koronupassið kemur eftir áhaldandi trýst seinastu dagarnar frá miðlum, men eisini frá politikarum, eitt nú partamonnum hjá løgmanni.

Boðskapurin var annars púra greiður í síðstu viku, tá løgmaður saman við landslæknanum og fútanum hevði tíðindafund. Koppsett smittaðu eisini - hóast ikki líka nógv sum ókoppsett - varð sagt, og tí var koronapass ikki loysnin.

Men nú er vent í holini hjá løgmanni og landsstýrinum, sum saman við Degi og viku í kvøld kundi avdúka av stigini verða býtt upp soleiðis:

Stig 1

(minni enn 15 nýggj smittaði pr. dag pr. viku)

Stig 2

(millum 16 og 75 smittaði pr. dag pr. viku)

Stig 3

(fleiri enn 76 smittaði pr. dag pr. viku)

Ætlanin var at hava tíðindafund í morgin at greiða frá nýggju tilmælunum, men sum skilst verður hetta ikki gjørt kortini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder