Innanlands

Koronukanningar eisini bíleggjast á Tvøroyri

Frá í dag verður sama skipan galdandi á Tvøroyri sum í Havn og í Klaksvík

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-30 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bíleggingarksipanin til koronakanningar hevur nú verið galdandi í Havn og í Klaksvík í eina tíð, og frá í dag skulu tey, ið ynskja at lata seg kanna á Tvøroyri, eisini bíleggja sær eina tíð, skrivar corona.fo.

Tá mann bíleggur tíð, velur mann kanningarstað og eitt tøkt tíðspunkt í upplatingartíðini. Mint verður á at hava bíleggingarkvittanina við sær.

Kanningar kunnu bílaggjast her. Um mann hevur trupulleikar, ber tó eisini til at ringja á 304545 og bíleggja.

Kannað verður á Tvøroyri við Trongisvágs skúla mánadag og mikudag millum klokkan 8 og 10 og fríggjadag millum klokkan 9 og 12.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder