Innanlands

Koronatølini almenn á middegi framyvir

Higartil hava tølini verið dagførd um morgunin, men frá í morgin verða tølini dagførd um middagsleitið, boðar Heilsumálaráðið frá

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen)

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen)

2020-05-04 15:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Framyvir verða koronatølini dagførd um middagsleitið og ikki um morgunin, sum tey hava verið higartil, skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðuna.

Hetta merkir, at samlaðu hagtølini yvir smittu, frísk, sóttarhald, kanningar, innløgd og deyð verða dagførd á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum og www.corona.fo um middagsleitið.

Næstu ferð nýggj koronatøl verða almannakunngjørd, verður sostatt í morgin um middagsleitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder