Innanlands

Koronalinjan leggur hornið á

Vit fáa meira ella minni vanligar umstøður og viðurskifti í samfelagnum aftur, og tí er avgjørt, at virksemið á Koronalinjuni heldur uppat

2021-08-31 17:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir góð 34.000 uppkall og 3.000 telefontímum seinastu 18 mánaðirnar helt Koronalinjan uppat klokkan 15 í dag.

Smittugongdin hevur verið góð seinastu tíðina, komið er langt við koppsetingarátakinum, og vit fáa meira ella minni vanligar umstøður og viðurskifti í samfelagnum aftur. Tí er eisini avgjørt, at frá í morgin, 1. september 2021, heldur virksemið á Koronalinjuni uppat, og fer Koronalinjan ikki at svara uppkallum longur, skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

Men hóast Koronalinjan verður niðurløgd, er heimasíðan www.corona.fo framvegis virkin við viðkomandi upplýsingum og kunning. Eisini er møguligt at bóka tíð til koronukanning og koppseting á www.corona.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder