Innanlands

Koronakanningar á Eirargarði millum kl. 17 og 19

Øll, sum standa í bíðirøð kl. 19, verða kannaði í dag – Kannað verður í høvuðsstaðnum gerandisdagar millum kl. 17 og 19

Nýggja kanningarmiðstøðin á Eirargarði (Mynd: Landssjúkrahúsið)

Nýggja kanningarmiðstøðin á Eirargarði (Mynd: Landssjúkrahúsið)

2020-08-10 08:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag og frameftir kunnu fólk lata seg kanna fyri koronu í høvuðsstaðnum seinnapartar millum klokkan 17 og 19 á Landssjúkrahúsinum.

Nýggja kanningarmiðstøðin á Eirargarði hevði opið fyri fyrstu ferð í gjár, og eydnaðist royndin samanumtikið væl. 

Hóast bíðirøðirnar vóru langar og tey, ið bíðaðu longst, bíðaðu upp ímóti fýra tímum, so vóru fólk tolin og vístu atlit fyri hvørjum øðrum. Leysliga mett lótu 1000 fólk seg kanna í gjár, skrivar Landssjúkrahúsið.

Kanningarmiðstøðin hevur opið allar gerandisdagar millum klokkan 17 og 19. Øll, sum standa í bíðirøð klokkan 19, verða kannaði í dag. Onnur mugu bíða til í morgin.

Seinni í vikuni verður kunnað um, hvussu opið verður í vikuskiftinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder