Innanlands

Korona: Eykajáttan uppá sjey milliónir krónur

Neyðugt er við fimm milliónum krónum til at styrkja farsóttartilbúgvingina, og tvær milliónir krónur aftrat skulu nýtast at kanna ferðandi. Hetta skirvar fíggjarmálaráðharrin í uppskotinum, sum kemur til fyrstu viðgerð í morgin

Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot fram um eykajáttan (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot fram um eykajáttan (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-11-17 11:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Koronustøðan kostar landinum og borgarunum, og í níggjum eykajáttanaruppskotinum verður gjørt greitt, at tørvur er á 13 milliónum afturat í útreiðslum, tí koronusmittubylgja herjar í løtuni.

Tann flesti peningurin skal nýtast til at styrkja farsóttartilbúgvingina, ið átta milliónir eru játtaðar til higartil í ár, og sum nú krevur fimm milliónir afturat. Hetta kunnu til dømis vera starvsfólkaútreiðslur, í mun til tá neyðugt hevur verið at kalla fleiri fólk inn at smittuspora o.s.fr.

Nógv umtalaðu kanningarnar við markið eru aftur, og í eykajáttanaruppskotinum skrivar Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, at tvær milliónir skulu játtast afturat, ið skulu nýtst til at kanna ferðandi til Føroya. Her rinda ferðafólk tó eisini sín part.

Hetta eru samanlagt sjey milliónir krónur, og tað er samlaða nettohallið í uppskotinum. Munurin millum har og  13 milliónir eru seks milliónir, og tað av tí at seks millonir fleiri enn væntað eru komnar inn fyri gjald til koronukanningar. Hetta skrivar Kringvarpið. 

Annar peningur - umleið tvær milliónir krónur samanlagt - skal nýtast til virksemi til fyrisiting, til læknar, ráðgeva og lýsingar í sambandi við koppseting -  virksemi hjá løgmansskrivstovuni, TAKS og Arbeiðseftirlitinum, skrivr kvf.fo. Hetta tí, at virksemið har er økt í samband við koronustøðuna.

Umbønin kom í tingið í gjár; fyrsta viðgerð er á skránni í morgin, hósdagin 18.november


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder