Komandi vikuskifti vera tvey tónleikatiltøk í Havnar kirkju. Tað er kór og urguleikari úr Herlufsholm kirkju í Næstved, sum vitjar Føroyar.
Urguleikari og kórleiðari er Karsten Gyldendorf og við sær hevur hann Herlufsholm kirkes kammerkor, urguleikara Marie Ottar Jespersen og blokfloytuspælara Clara Guldberg Ravn.
Leygardag fer Karsten Gyldendorf at hava matiné við eini skrá bara við donskum urgutónleikur. Tónleikurin er av Buxtehude, Bo Grønbech, Per Nørgård, Rued Langgaard og Niels W. Gade. Eisini eitt stykki sum Karsten sjálvur hevur gjørt er á skránni.
Sunnudagin fer kórið, blokkfloytuspælari og urguleikari at hava konsert í Havnar kirkju undir leiðslu av Karsten Gyldendorf. Tey fara at framføra eina skrá við mestsum bara donskum kórtónleiki av millum annað av Niels la Cour, Michael Bojesen og Hannu Kuhlmann. Í nøkrum av sangunum hevur kórið fylgisspæl av orgli og blokkfloytu. Eisini verður tónleikur fyri orgul solo og soloblokkfloytu. Millum annað fara tey at syngja eina útgávu av "Harra Guð, títt dýra navn og æra" við tí føroyska lagnum útsettur fyri kór og blokkfloytu av Claru Guldberg Ravn.
- Kirkjuráðið í Havnar Kirkju
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald