Kórið Tarira, undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, hevur í seinastuni vant tónleik fyri kór og urgu.
Tað er ungi dugnaligi Ari Hammer Joensen, sum fer at framføra nøkur verk saman við Tarira og eisini verður høvi at hoyra bæði Ara og Tarira hvør sær.
Síðani stovnan í 2002 hevur Tarira havt serliga stóran alsk til estiska tónaskaldið Arvo Pärt og tað sæst eisini aftur í skránni til hesa konsertina. Stóra tónaskaldið fylti 90 ár í fjørð, og fer kórið til konsertina leygardagin at framføra ‘Bogoroditse Djevo’, ‘Da pacem Domine’ og ‘The Beatitudes’, hendan seinasta saman við Ara Hammer á urgu.
Umframt Arvo Pärt verður eisini tónleikur eftir Antonio Lotti, William Byrd, James MacMillan, Tomás Luis de Victoria, Adrian Peacock og Louis Vierne at hoyra.
Konsertin í Hoyvíkar kirkju leygardagin 18. apríl klokkan 17 er ókeypis, tó ber til at stuðla kórinum við at lata pening í eina krukku í forkirkjuni.
Ari Hammer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald