Innanlands

Koppsetingarætlanin framskundað tvær vikur

Øll hava væntandi fingið tilboð um fyrsta prikið áðrenn ólavsøku

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-07-05 16:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Koppsetingarbólkurin undir Heilsumálaráðnum hevur nú dagført koppsetingarkalendaran samsvarandi fráboðan um, at munandi fleiri koppingarevni koma til Føroya í næstum.

Danska Sundhedsstyrelsen hevur boðað frá, at fleiri koppingarevni fara at koma til Danmarkar, enn roknað varð við. Hetta merkir somuleiðis, at fleiri koppingarevni koma til Føroyar í næstum.

Við grundarlagi í hesum metir Koppsetingarbólkurin, at øll, sum eru 16 ár og eldri, verða liðugt koppsett í viku 34, sum er 23. til 29. august. Hetta boðar Koppsetingarbólkurin frá í dag.

Hesi skuldu annars eftir ætlan verið liðugt koppsett tvær vikur seinni. Tað vil siga, at tíðarætlanin er framskundað tvær vikur, og øll hava væntandi fingið í boði fyrstu koppsetingina áðrenn ólavsøku.

Í Danmark eru tey eisini farin undir at koppseta børn niður í 12 ára aldur – hetta fyri at tryggja floksórinið. Enn hevur føroyska serfrøðin á økinum ikki tikið støðu til um tað er ráðiðigt at koppseta føroyingarnar í aldursbólkinum 12-15 ár.

Arbeitt verður við málinum, verður sagt í fráboðan í dag.

Dagførdi koppsetingarkalendarin  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder