Mentan

Konsertir við norskum tónleikarum og kóri úr Oslo

Tann í Fuglafjarðar kirkju byrjar leygardagin 4. juni klokkan 17 og tann í Vesturkirkjuni sunnudagin 5. juni klokkan 18. Knut Reiersrud og Iver Kleive hava seinastu 30 árini havt nógvar konsertir saman - nú koma teir til Føroya, og Oslo Bach-kor, ið Kleive stovnaði, kemur við

Talan er um royndar tónleikarar og eitt kór úr Oslo, ið varð sett á stovn fyri 34 árum síðani

Talan er um royndar tónleikarar og eitt kór úr Oslo, ið varð sett á stovn fyri 34 árum síðani

2022-06-01 11:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Næsta vikuskifti vera konsertir í Fuglafjarðar kirkju og í Vesturkirkjuni við kendu norsku tónleikarunum Iver Kleive og Knut Reiersrud og Oslo Bach-kórinum.

Knut Reiersrud og Iver Kleive hava seinastu 30 árini havt nógvar konsertir saman og hava onkursvegna skapað sína heilt egna tónleikastíl, har bluesguitarin og kirkjuorglið hittast og spæla saman. 

Teir báðir fingu í 1992 “Spellemannsprisen” fyri tónleikaverkið “Blå Koral”. Stóra verkið “Náði”, sum byggir á sálmin “Overmåde fuld af nåde” varð brúkt til setanarstevnuna til olympisku leikirnar í Lillehammer í 1994. Í 1996 góvu teir út fløguna “Himmelskip”, í 2006 “Nåde over nåde” og í 2018 “Natt i desember”. Harumframt hava teir hildið eitt ótal av konsertum og givið út tvær fløgur saman við danska sangaranum Poul Dissing. 

Nú koma teir báðir til Føroya og hesa ferð hava teir við sær Oslo Bach-kor, sum Ivar Kleive stovnaði í 1988 og enn stjórnar. Saman við kórinum fara teir at framføra kend og væl dámd klassisk løg og kendar sálmar og sangir. Umframt mangt annað eitt úrval av kendum Bach-koralum, sum “Jesus bleibet meine Freude” og “Vár Guð er føst og haldgóð borg”, men eisini “Hin signaða dag” av Weyse og Grundtvig, “Bryllupsmarsj” og “What a wonderful World”, sum Kleive og Reiersrud hava skipað.

Konsertin í Fuglafjarðar kirkju byrjar leygardagin 4. juni kl. 17 og tann í Vesturkirkjuni sunnudagin 5. juni kl. 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder