Mentan

Konsertir við Dreingja- og manskórinum úr Haderslev

Á skránni er danskur svenskur og enskur kórtónleikur, og sum eykanummar fer kórið at syngja eina útseting sum kórleiðarin hevur gjørt av vælumtókta sanginum hjá Steintóri Rasmussen “Tað kundi verið eg”

2022-05-23 20:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í næstum verða konsertir við Dreingja- og manskórinum úr Dómkirkjuni Haderslev.

Leiðari er organisturin í Dómkirkjun Henrik Skærbæk Jespersen, sum í 2019 var í Føroyum við “Orguldreingjunum” úr Haderslev. Hesaferð hevur hann 50 sangarar í aldrinum níggju ár og uppeftir við sær. Teir ungu dreingirnir syngja allir sopranstemmurnar meðan teir vaksnu syngja alt, tenor og bass, verður sagt í tíðindaskrivi.

Kórið hevur ferðast víða um og fleiri ferðir sungið fyri teimum kongaligu til barnadóp og onnur høvi. Teir hava sungið í øllum dómkirkjunum í Danmark, og fara teir eisini at syngja til guðstænastuna í Havnar kirkju sunnudagin 29. mai klokkan 11.

Kórið fer eisini hava fleiri konsertir meðan teir eru í Føroyum:

  • Kr. himmalferðardag hósdagin 26. mai kl. 20 verður konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík.
  • Fríggjadagin 27. mai kl. 20 verður konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum
  • Leygardagin 28. mai kl. 16 verður konsert í Hoyvíkar kirkju og
  • Sunnudagin 29. mai syngur kórið sum nevnt til guðstænastuna kl. 11 í Havnar kirju

Á skránni er danskur svenskur og enskur kórtónleikur, og sum eykanummar fer kórið at syngja eina útseting sum kórleiðarin hevur gjørt av vælumtókta sanginum hjá Steintóri Rasmussen “Tað kundi verið eg”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder