2018-08-28 14:07
Visit Vágar mugu tíverri boða frá at Lena Andersen hevur fingið forfal. Tískil er konsertin í týskvøldið avlýst. Tey sum hava keypt atgongumerki fáa pengarnar aftur.
Avtala er gjørd við Lenu um at flyta konsertina til seinni í heyst.
Ovurstórur áhugi hevur verið fyri einrøðuleikinum Eg eri Beinta, allar 3 sýningarnar eru útseldar. Av tí at konsertin við Lenu er avlýst, er avgjørt at hava eina eykasýning í Listastovuni týkvøldið 28. august.
Um leikin
Beinta - fødd Bente Christine Broberg man vera ein tann kendasti søguligi persónurin úr Vágum, sum søgur í fleiri enn tríhundrað ár hava gingið um. Nógvar eru sagnirnar um hana. Teirra lýsingar av Beintu eru ymiskar, men tær hava allar eitt til felags: Beinta sjálv hevur ongantíð orðið.
Í leikinum “Eg eri Beinta” hevur Beinta sjálv orðið, og tað er gjøgnum hennara eygu at vit uppliva hennara hendingarríka lív. Summar av hendingunum kenna vit úr sagnunum, men hesin leikurin byggir á tað umfatandi upprunaliga keldutilfar, sum Lydia Elisa Laksafoss gjøgnum nógv ár hevur innsavnað um Beintu. Hetta tilfarið gevur innlit í onnur viðurskifti enn tey í sagnunum. Leikurin lýsir summi av hesum viðurskiftum og hvussu vit í dag kunna ímynda okkum hvat Beinta sjálv vildið sagt.
Annika Johannessen spælir Beinta í einrøðuleikinum 'Eg eri Beinta'. Tað er Marita S. Dalsgaard, sum hevur skrivað og leikstjórnar leikinum.
- Visit Vágar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald