Fríðrikur kongur fer til Grønlands á vitjan 18. til 20. februar. Hesum boðaði hann frá á tíðindafundi undir vitjan í Litava í dag, skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.
Á tíðindafundinum greiddi hann frá, at kongshjúnini fylgja við støðuni í Grønlandi og eru varug við stóra stuðulin Grønland og kongaríkið Danmark hevur fingið.
- Eg havi ein varhuga av, at tað grønlendska fólkið hevur verið ógvuliga stúrið. Tað fyllir hjá okkum báðum. Grønland hevur stóran týdning fyri okkum, sigur Fríðrikur kongur.
Kongshjúnini siga, at vitjanin hjá kongi verður brúkt til at hitta grønlendingar í eygnahædd og hoyra teirra hugsanir, stúranir og hvussu teirra gerandisdagur er merktur av støðuni.
- Tað verður gott at koma aftur til Grønlands, sigur Fríðrikur kongur.
Fríðrikur kongur var eisini á vitjan í Grønlandi í fjør, tá hann vitjaði Nuuk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald