Innanlands

Kongaligir klaksvíkingar

Nógv fólk vilja síggja tey kongaligu

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-24 12:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klaksvíkingar eru kongaligir í dag. Tað sást aftur á stóru fjøldini, sum var komin saman úti á keiini, sum tey rópa í Klaksvík, tá kongaskipið kom í morgun.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

Tað hevði hug at æla til tíðir, og tað gjørdi tað eisini fleiri ferðir meðan Dannebrog legði at, men hetta forðaði ikki fólki í at taka myndir og annars síggja væl umtóktu krúnprinsafamiljuna.

Síðani gekk leiðin til Biskupstorg, har borgarstjórin, Jógvan Skorheim, vísti teimum ætlanirnar um nýggja miðbýin í Klaksvík. Eftir hetta spákaðu tey til Ósalund, sum er grønt øki í nýggja miðbýnum.

Her stóðu fleiri kór úr Skúlanum á Skúlatrøð umframt kór úr barnagarði klár, og sungu fleiri sangir. Krúnprinsabørnini murraðu við í nøkrum av teimum.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

Løtu seinni varð vitjað í Norðoya Sparikassa, har millum annað greitt var um søguna hjá bankanum, nú hann verður 100 ár næsta ár.

Á middegi fara tey við tyrlu til Fugloyar, har Kirkja og Hattarvík standa fyri tørni. Seinnapartin verður vitjað í Kalsoynni og millum annað Kópakonan skal skoðast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder