Innanlands

Komu ikki fleiri tilburðir afturat mikudagin

Funnu ikki fleiri positivar tilburðir millum tær 700 kanningarnar, sum vantaðu at verða greinaðar. Sostatt verður talið verandi á 12 tilburðum. Higartil eru tríggir tilburðir staðfestir frá kanningunum í gjár

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-08-14 14:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

12 tilburðir vóru staðfestir mikudagin, og tað talið verður standandi. Nú eru úrslitini allar 700 kanningarnar, sum vantaðu at verða greinaðar, tøk, og eingin positiv kanning varð at finna.

Tað verður upplýst á heimasíðuni korona.fo í dag.

Higartil eru tríggir tilburðir staðfestir frá kanningunum í gjár, men enn vanta 1068 kanningar at verða greinaðar.

Tilsamans 140 hava fingið staðfest smittuna í hesum umfarinum. Í næstu viku verða væntandi fleiri av teimum fyrstu, sum fingu staðfest smittuna, loyst úr sóttarhaldi og koma í yvirlitið sum frísk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder