Innanlands

Kommunulæknaviðtala: Skulu vísa á negativa test

Hendan áheitan frá viðtaluni á Strondum varð misskilt sum, at summi verða noktaði millum annað bráfeingis læknahjálp. Øll: Koppsett, ikki koppsett og børn eiga at hava eina negativa PCR-kanning, ið ikki er eldri enn 92 tímar, fyri at koma til viðtalu stóð í boðunum mánadagin

Í somu boðunum, frá mánadegnum, verður heitt á fólk um at fáa til vega eitt Koronupass: - Vit heita á tey, sum enn ikki eru koppsett fyri Covid-19, um at fáa hetta gjørt (Mynd: sjovar.fo)

Í somu boðunum, frá mánadegnum, verður heitt á fólk um at fáa til vega eitt Koronupass: - Vit heita á tey, sum enn ikki eru koppsett fyri Covid-19, um at fáa hetta gjørt (Mynd: sjovar.fo)

2021-11-17 10:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vegna nógva misskiljing verður gjørt vart við, at eingin verður noktaður læknahjálp frá Læknaviðtaluni á Strondum. Øll, sum hava bráðfeingis tørv á læknahjálp, sleppa frammat hjá lækna sama dag. Øll hava møguleika at ringja 477040, og harvið verður avgerð tikin til hvussu farast skal fram.

Hesi boðini legði Sjóvar kommuna út á heimasíðu sína í gjár. Tað kom í kjalarvørinum av boðunum mánadagin, har tað í kunningarskrivi frá kommunulæknaviðtaluna varð gjørt greitt, at øll sum møta til viðtalu eiga at hava eina negativa PCR-kanning, ið ikki er eldri enn 92 tímar - tímarnir eru taldir frá tí testin er tikin.

Hendan áheitanin kemur av tí, at tað framvegis eru nógvir tilburðir av Covid-19 í Føroyum, verður skrivað. Hon er galdandi fyri tey, sum ikki eru koppsett, eru koppsett og børn. Snartestir verða ikki góðkendar.

Til seinast kemur kommunulæknaviðtalan við Strondum við einari aðrari áheitan: 

- Samstundis heita vit á fólk,um at fáa til vega eitt Coronapass. Vit heita á tey, sum enn ikki eru koppsett fyri Covid-19, um at fáa hetta gjørt.


Síðani hendan greinin kom út, eru omanfyrinevndu greinarnar á heimasíðuni sjovar.fo strikaðar (Dagført: 13.16)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder