Arbeiðið við tunlunum Norður um Fjall gongur væl og er nú helvtin av arbeiðinum gjørt. Hugnaløta var í Árnafirði mánadagin í hesum ambandi.
Landsverk skrivar, at framdriftin hevur verið góð og er nú skotið í alt 1192 metrar Hvannasundsmegin og 937 metrar Árnafjarðamegin. Tað, sum eftir er at skjóta, eru 1003 metrar Hvannasundsmegin og 953 metrar Árnafjarðamegin.
Umboð fyri Klaksvíkar kommunu, Viðareiðis kommunu og Hvannasunds kommunu, arbeiðsfólk hjá LNS og Articon, og Landsverk vóru við á staðnum til ein betri bita.
Eftir ætlan skal skulu tunlarnir verða lidnir í 2024. Samlaða metingin í verklagslógini er 522 milliónir krónur.
Myndirnar hava Ernst Vágsgarð, Landsverk og Rasmus Eysturoy, Articon tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald