Mentan

Koks sleppur ikki at byggja við Fossdalsgjógv

Yvirfriðingarnevndin tók endaliga avgerð í gjár um at sýta kommununi at broyta byggisamtyktina

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-25 10:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Michelin-matstovan KOKS skal leita sær eftir øðrum øki, um matstovan aftur ætlar sær at virka í Føroyum.

Í fjør varð avgerð tikin um at flyta virksemið til Ilimanaq við Ísfjørðin í Grønlandi, fyribils í tvey ár, meðan bíðað verður eftir myndugleikaviðgerðini í Føroyum av umsóknini um at fáa loyvi at byggja eina matstovu við Fossdalsgjógv millum Velbastað og Syðradal á Streymoynni.

Nú hevur Yvirfriðingarnevndin loksins tikið avgerð um, ikki at loyva Tórshavnar kommunu at broyta byggisamtyktina fyri økið, sum harvið framhaldandi bara skal vera til landbúnaðarligt endamál.

Og avgerðir hjá Yvirfriðingarnevndini eru endaligar, og kunnu ikki kærast víðari.

[object Object]Fossdalur og Fossdalsgjógv, norðan fyri Velbastað (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Tað var dimma.fo, sum í gjár bar tíðindini um, at byggiætlanin hjá Gist & Vist samtakinum nú fekk endaliga skotið fyri bógvin.

Gongdin hjá Koks at finna fram til eina endaliga staðseting hevur verið drúgv. Altjóða viðurkenda matstovan byrjaði á Hotel Føroyum í 2010. Nøkur ár seinni flutti Koks fyribils í eini nýbygd sethús í Kirkjubø, meðan arbeitt varð við at tekna eina nýggja matstovu, sum skuldi liggja í Kerjum, í skógarlendinum undir Hotel Føroyum.

Tann ætlanin varð seinni slept til frama fyri eini aðrari ætlan í Kirkjubø, sum tó ongantí sá dagsins ljós fyrr enn søgan um ætlanina norðuri við Fossdalsgjógv varð løgd fram.

Í meðan hevur viðurkenda matstovan í trý summur hildið til frammi við Gjónna, í gamla garðinum har, ið varð leigaður frá Betri samtakinum.

Í fjør gekk tað leigumálið út, og avgerð varð tikin um at flyta matstovuna til Grønlands, í hvussu so er fyribils. 

[object Object]Poul Andrias Ziska og hansara kokkar rokast í lítla køkinum frammi við Gjónna (Savnsmynd)

[object Object]Nú er virksemið hjá Koks flutt í hesi húsini við Ísfjørðin í Grønlandi (Mynd: Lisa Burns)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder