Mentan

KOKS á fínum lista hjá Time Magazine

Viðurkenda Time Magazine hevur KOKS á lista yvir bestu støð í heiminum at vitja

2018-08-27 13:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hjá føroysku matstovuni KOKS er næstan gerandiskostur at fáa heiður av ymisku slag. Nú hevur viðurkenda Time Magazine kosið KOKS sum eitt av teimum hundrað bestu støðunum í heiminum at vitja í 2018.

Nøkur av hinum støðunum telja eitt nú Bláu Lón í Íslandi, matstovuna Noma í Keypmannahavn og garðurin í Tivoli í Keypmannahavn.

Um KOKS skrivar Time Magazine at tá Poul Andrias Ziska gjørdist høvuðskokkur í 2013 setti hann sær fyri at hækkað um matgerðarlistina í oyggjalandinum. Síðani tá hevur hann servera nýggjar útgávur av nøkrum av føroysku yndisrættunum, alt frá røstum lambskjøti til fyltan sjófugl, og hevur fingið altjóða viðurkenning fyri sínar rættir. Í fjør bleiv KOKS fyrsta føroyska matstovan, sum fekk tillutað eina Michelin stjørnu.

Sí listan hjá Time Magazine her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder