Innanlands

Kókitilmælið stendur við

Kanningar av drekkivatnignum í gjár staðfestu, at bakteriur framvegis eru í drekkivatninum í Kollafirði, á Oyrareingjum og í Signabø. Nýggjar kanningar verða gjørdar í dag, og úrslitið fyriliggur fyrrapartin í morgin, upplýsir Tórshavnar kommuna

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

2021-06-16 15:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin boðaði Tórshavnar kommuna frá, at vatnið í Kollafirði, á Oyrareingjum og í Signabø var dálkað vegna tekniskt brek á vatnverkinum,. Mælt varð tí til at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður - hetta til fleiri kanningar vórðu gjørdar og til nærri boð verða givin.

Í dag skrivar kommunan á heimasíðu sínari, at tilmælið at kóka vatnið í Kollafirði, á Oyrareingjum og í Signabø stendur við. Hetta kemst av, at vatnkanningar í gjár, týsdagin 15. juni, staðfestu, at bakteriur framvegis eru í drekkivatninum.

Nýggjar kanningar eru gjørdar í dag, mikudagin 16. juni, og úrslitið fyriliggur fyrrapartin í morgin, hósdagin 17. juni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder