2022-10-13 15:27
Eitt mál millum tveir útlendingar var í Føroya rætti í gjár, um snýr seg um, at ein maður skal hava knúst eitt glas í andlitið á einum øðrum á einum vertshúsi í Havn.
Hann hevur fingið fýra mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri grovan harðskap. Tað veit útvarpið í dag.
Hendingin fór fram 10. september. Dømdi maðurin sum er síðst í 30unum, og rætturin gav eisini ákæruvaldinum viðhald í, at hann skal vísast úr Føroyum.
Maðurin noktaði seg sekan, tí hann einki minnist til hendingina, segði hann.
Báðir menninir, sum vóru útlendskir, vóru í Føroyum í arbeiðsørindum, sigur útvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald