2023-04-25 09:10

Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið í gjár fyri at koyra ov høgari ferð.
Løgreglan gjørdi kanningar í Kaldbaksbotni og í Kollafjarðartunnlinum. Ferðin á hesum báðum bilunum varð máld til 108 og 113 kilometrar um tíman.
Løgreglan var eisini í Vágum og gjørdi kanningar. Her var trupulleikin, at bilførarar tosaðu í telefon meðan tey koyrdu. Tríggir bilførarar verða nú revsaðir við bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald