Mentan

Klingra á konsertferð í Føroyum komandi dagarnar

Komandi dagarnar verður møguleiki at uppliva bólkin Klingra á palli í Reinsarínum, Maggies og Tøting

2022-08-25 09:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bólkurin Klingra hevur sítt útgangsstøði í Føroyum og virkar hiðani. Limirnir eru úr Føroyum, Danmark, Finnlandi, Lettlandi og Noregi. Øll eru eru yrkistónlistafólk og tónleikarar við nógvum royndum frá bólkum sum t.d. Jack White, Savage Rose, Afenginn og Teitur.

Klingra er nú til reiðar við teirra fyrstu útgávu. Frumútgávan, ið kallast “..eftir”, kemur út 3. mars 2023.

Tónleikurin og tekstirnir (á føroyskum) eru nágreiniliga lagdir til rættis, í eini roynd at skapa eitt listarligt rúm, sum skapar pláss til tankar og kenslur.

Genran sveimar á markinum millum klassiskan og rútmiskan tónleik, við løttum vavstri av elektronikki, inn í okkurt, sum kundi kallast “indie-klassikur” tónleikur.

Konsertirnar verða í Reinsarínum í Havn í kvøld kl. 20, á Maggies í Nólsoy fríggjakvøldið kl. 20 og í Tøting í Syðrugøtu leygarkvøldið kl. 21.

Frumútgávan “...eftir” er ein tónlistarlig lýsing av einum sorgarleiki mitt í farnu øld.

Verkið er tó ikki um sorg og sút, men heldur um kærleika og virðing fyri einum, sum altíð tók onnur fram um seg sjálvan. Ein kensluborin bogi spentur millum longsul og takksemi.

Vit skulu 70 ár aftur í tíð, til føroyingahavnina í Grønlandi. Til kvirruna.

Føroyingahavnin

Fyri øld síðan vóru føroyskir sjómenn so kroystir av enskum og týskum trolarum her um leiðir, at neyðugt var at flyta virksemi norðureftir til Grønland og Ísland.

Í Føroyingahavnini virkaði mangur føroyskur sjómaður, nærmast árið runt, at tjena til dagligt breyð.

Ein av hesum monnum var Napoleon á Neystabø, uppvaksin í Haldórsvík. Napoleon var abbi Dánjal á Neystabø, limur í Klingra.

Hetta verk er ognað honum.

Napoleon sigldi úti størsta partin av lívinum. Stutt áðrenn hann doyði, 94 ára gamal, gjørdi Dánjal eina bandaða samrøðu við hann, um hansara tíð og upplivingar í Føroyingahavnini. Á upptøkuni greiðir hann m.a. frá eini hending, tá ein bátur sakk og 14 menn doyðu. Hesa frágreiðing hevur bólkurin Klingra valt at taka støði í.

Tónleikurin er ein samanhangandi eind, sum við nærlagni er uppbygt av styttri motivum sum eisini virka sum sjálvstøðug stykki.

Umframt at vit hoyra Napoleon greiða frá á, hevur Klingra upptikið ljóð úr føroyingahavnini, sum eru viðgjørt og brúkt í tónleikinum.

Útgávan "...eftir" snýr seg um at standa eftir:

...eftir á kaiini tá báturin fór til Grønland
...eftir á ísinum tá kisturnar vóru bornar burtur
...eftir tá tú hevur mist
...eftir, sum leivdirnar í føroyingahavnini í dag

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder