Uttanlands

Klekimamma snýtti barnleys pør

Fekk sjálv tvíburar – er nú dømd tvey ár í fongsul

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-02-04 11:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eystari landsrættur hevur í dag dømt eina 38 ára gamla kvinnu í Danmark tvey ára fongsul fyri at hava snýtt trý barnleys pør.

Kvinnan, ið segði seg vera klekimamma fyri onnur, hevur sostatt fingið revsing sína herda í mun til býarrættin, har kvinnan varð dømd eitt ár og níggju mánaðir í fongsul.

Falska klekimamman fekk tey trý pørini til at rinda sær tilsamans 460.000 krónur til útreiðslur í sambandi við, at hon skuldi vera klekimamman. Pengarnir skuldu brúkast til eitt nú ísáðing.

Málið byrjaði, tá kvinnan á vári 2016 fekk samband við trý pør umvegis internetið og sannførdi tey um, at hon fegin vildi vera klekimamma fyri tey.

Pørini vistu ikki av hvørjum øðrum, og tey rindaðu hvørt sær fyri útreiðslurnar, sum vóru í sambandi við gitnaðin av klemimammuni.

Meðan hon segði tí eina parinum, at hon ongantíð gjørdist við barn, segði hon einum einum øðrum, at hon misti barnið.

Tað, sum pørini ikki vistu var, at kvinnan gjørdist við barn við tvíburum, sum hon føddi í desember 2016.

Ein kanning vísir, at ein av monnunum, ið vórðu snýttir, er biologiski pápin at tvíburunum.

Málið hevur tó ikki snúð seg um foreldramyndugleikan, men hinvegin um svikið, sum kvinnan framdi móti pørunum við at siga, at hon vildi vera klekimamma uttan at tað var veruleikin.

Harafturat fekk hon pørini til at rinda meira enn fyri útreiðslurnar í sambandi við gitnaðarviðgerðina, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder