Mikudagin sýnir Filmsfelagið ein franskan bókmentanarligan klassikara.
Vit eru í heita norðurafrikanska landinum Algeria í 1930'unum, tá gerandisdagurin hjá einum heilt vanligum fransmanni verður skeiklaður, tí mamman doyr, og hann harnæst er fyri eini avgerandi hending á strondini.
Tað er fremsti og ídnasti franski leikstjórin, François Ozon (f.1967), ið leggur klassisku søguna hjá Albert Camus, L'Étranger, frá 1942 fyri okkum í biografmyrkrinum.
Eftir jarðarferðina tykist alt at venda aftur til tað vanliga. Skrivstovumaðurin, Meursault (Benjamin Voisin) møtir av tilvild starvsfelagnum Mariu (Rebecca Marder) og grannin (Pierre Lottin) órógvar og dregur Meursault inn í eitt trætumál.
Ein brennandi heitan seinnapart, fer nakað óskiljandi fram á strondini. Hendingin setur spurnartekin við Meursault og allan hansara moral.
«Fremmandamaðurin» á Sprotanum
Filmsfelagið vísir «L’Étranger» í Havnar Bio mikudagin 30. september kl. 20
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald