Innanlands

Klaksvíkar kommuna: Ung í arbeiði í summarfrítíðini ella eftir summarfrítíðina

Tey sum eru 15-17 ár og eru búsitiandi í í Klaksvíkar Kommunu hava nú fleiri møguleikar, um tey vilja fáa nakað av arbeiðsroyndum og vinna sær nakað av peningi. Jógvan Kallsgarð samskipar tilboðið Ung í Arbeiði í ár

Tilboðið í ár fevnir um tvær skipanir, har onnur er skipað sum eitt summarstav í nakrar vikur, meðan hin er eftir skúlatíð, aftaná summarfrítíðina - hjá almennum stovunum ella privatum fyritøkum í avmarkaða tíð (Mynd: klaksvik.fo)

Tilboðið í ár fevnir um tvær skipanir, har onnur er skipað sum eitt summarstav í nakrar vikur, meðan hin er eftir skúlatíð, aftaná summarfrítíðina - hjá almennum stovunum ella privatum fyritøkum í avmarkaða tíð (Mynd: klaksvik.fo)

2022-06-02 21:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ung í Arbeiði er, sum í so nógvum øðrum kommunum, ein fastur táttur hjá Klaksvíkar kommunu.

Aftur í ár verður møguleiki hjá teimum, sum eru nakað undir 18 at røkja ymiskar uppgávur fyri kommununa og vinna sær nakað av peningini, men tað eru eyka møguleikar í ár.

Heimasíðan klaksvik.fo skrivar, ár verður tað Jógvan Kallsgarð, sum samskipar tilboðið hjá Ung í Arbeiði. Hann starvast til dagliga í Húsinum, ið er karmur um frítiðarvirksemi hjá børnum frá 3. flokki og til og við 18 ár

Tilboðið í ár fevnir um tvær skipanir, har onnur er skipað sum eitt summarstav í nakrar vikur, meðan hin er eftir skúlatíð, aftaná summarfrítíðina. Møguleikarnir verða lýstir á hendan hátt:

 -Tá (eftir summarfrítíðina, red.) kunnu ung hava smá størv eftir skúlatíð í handlum og virkjum í Klaksvík. Talan er tá um tíðaravmarkaði størv hjá privatum fyritøkum, ella á almennnum stovnum í Klaksvík. Her er tað krav at ein er 15 ella 16 ár.

- Til summarstørvini í summar hevur kommunan brúk fyri røskum ungum, at loysa ymiskar uppgávur fyri kommununa. Talan er um uppgávur so sum at mála, rudda, sláa gras o.l. Til hesar arbeiðsuppgávur er aldursmarkið yngri enn 18 ár.

Um eri er ímillum 15 og 17 ár (ella undir 18) og er búsitandi í Klaksvíkar Kommunu ber til at senda umsókn. Klaksvíkar kommuna boðar eisini frá, at mikukvøldið, 15. juni verður eitt kunningartiltak um Ung í arbeiði fyri ung og foreldu. Tiltakið verður í Finastøðini í Klaksvík, har kunnað verður um skipanina og møguleikar, rættindi og skyldur sum ung á arbeiðsmarknaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder