Innanlands

Klaksvíkar býráð samtykt afturgjaldsætlan

Ætlanin merkir at kommunala bankaskuldin í 2028 verður 106 milliónir undir lovyda skuldarmarkinum

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2023-02-24 09:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á býráðsfundinum í gjárkvøldið samtykti Klaksvíkar býráð eina afturgjaldsætlan, og merkir, at kommunala bankaskuldin í 2028 verður 106 mió. kr. undir loyvda skuldarmarkinum.

Útgangsstøðið fyri samtyktini er rakstrarroknskapurin hjá kommununi – inntøkur, rakstur, rentustuðul og avtalurnar, sum kommunan hevur við fíggjarstovnar fyri einstøku lánini. Harafturat er afturgjaldsætlanin bygd á tær metingar og framrokningar, ið eru gjørdar fyri árini 2022 – 2028.

Avtalan merkir, at um ætlanin verður fylgd, so verða 30 mió. kr. settar av til lánsgjøld (rentur og avdráttir) pr. ár. og verður bankaskuldin í 2028 sostatt áleið 260 mió. kr. og nettoskuldin harvið áleið 106 mió. kr. undir skuldarmarkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder