Innanlands

Klaksvík verður karmur um Atlantic Fair 2021

Fiskuvinnuhøvuðsstaðurin var á fyrsta sinni vertur fyri vinnuframsýningini fyri tíggju árum síðani

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og Áki í Skemmuni, stjóri í Atlantic Fairu, hava skrivað undir avtalu um staðseting (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og Áki í Skemmuni, stjóri í Atlantic Fairu, hava skrivað undir avtalu um staðseting (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-02-13 14:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

18. – 20. mai 2021 verður Føroya størsta vinnuframsýning aftur í Klaksvík. 10 ár eru liðin síðani Klaksvíkar kommunu á fyrsta sinni var vertur fyri altjóða maritimu vinnumessuni, sum er sum ein sýnisgluggi hjá bæði føroyskum og útlendskum veitarum og keyparum.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fegnast um, at Klaksvíkar kommuna aftur í 2021 fær heiðurin at bjóða føroyskum og útlendskum fyritøkum vælkomnum til Klaksvíkar.

 - Fyri býin, og ikki minst fyri vinnuna í býnum og nærumhvørvinum, hevur tað ómetaliga stóran týdning, at fyritøkurnar fáa møguleika at skapa karmar fyri netverkan í sínum egna umhvørvið, tí tað kann avgjørt viðvirka øktan handilsskap millum fjølbroyttar vinnur á landi og uttanfyri landoddarnar.

Hetta sigur borgarstjórin við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu. Áki í Skemmuni, stjóri í Atlantic Fair, sigur í viðmerking við heimasíðuni, at royndirnar við at hava vinnumessuna í Klaksvík eru sera góðar. Ítróttarhallirnar liggja tætt saman, og tískil er møguligt at binda hallirnar saman í ein samanhangandi bygning. Stóri áhugin frá kommununi hevði eisini sína ávirkan á valið á staðseting.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder