Innanlands

Klaksvík: Nýggjur dagstovnur Oman Valrætt

Farið verður í næstum undir at grava út fyri sjeynda dagstovninum í Klaksvík

2020-08-04 08:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í ár verður fyrsti spakin settur í arbeiðið at byggja nýggjan dagstovn í Klaksvík, sum verður staðsettur í vaksandi býlinginum á Helnabrekku við endan av vegnum Oman Valrætt.

Í løtuni fyrireikar arkitektafyritøkan Fuglark bygningin, sum verður til 90 børn, og er ein liður í arbeiðnum at nútímansgera og framtíðartryggja dagstovnaøkið í kommununi.

Í 2017 samtykti Klaksvíkar býráð at gera eina byggiskrá, og til hetta bleiv ein byggiskrásbólkur settur, mannaður av ymiskum fakfólki.

Tað eru umleið 22 ár síðan, at Dr. Margrethu barnagarður var einasti dagstovnur í Klaksvík. Í dag eru seks dagstovnar umframt dagrøkt í kommununi, harav nakrir hava fleiri eindir, so nógv er hent á hesum øki, síðan kommununar tóku yvir hetta málsøkið frá landinum.

- Kortini mugu vit eisini ásanna, at vit ikki í nøktandi mun hava megnað at fylgja við eftirspurninginum, hóast Klaksvíkar kommuna hevur roynt at funnið loysnir, so hvørt sum eftirspurningurin er øktur, sigur Beinta Klakkstein, forkvinna í trivnaðarnevndini.

- Sjálvsognarstovnurin Mylnuhúsið lat upp í 1999 og Blákollan í 2001. Fjallafípan lat upp í 2002, Barnahúsið Margit bleiv bygt og tikið í nýtslu í 2007, Snjallabjalla í 2011 og síðani hava hesir stovnar víðkað um virksemið. Hetta eru loysnir, sum í flestu førum hava riggað væl, men í nøkrum førum, er tíverri eisini talan um loysnir, har karmarnir eiga at vera betri.

- Tí er tað hart tiltrongt og sera gleðiligt, at vit nú skjótt kunnu seta fyrsta spakan í bygging av einum nýggjum, nútímans dagstovni, sigur Beinta Klakkstein.

Í næstum verður klárt at grava út til nýggja dagstovnin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder