Innanlands

Kjølur Sp/f besta árið nakrantíð

Tað gongur væl hjá Kjøli. Ársúrslitið eftir skatt í fjør gjørdist 4,7 milliónir krónur

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2022-06-01 09:26 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Kjølur hevði eitt avlop á 4,7 mió.kr., sum er besta árið hjá fyritøkuni higartil.

Fyritøkan Kjølur í Klaksvík var stovnað í 2007, at byrja við sum heildarveitri til línuflotan og skip annars. Síðani er fyritøkan ment við øðrum vørum og tnastum til at kallað alla vinnu í Føroyum umframt til almennar og privatar kundar. 

[object Object]

Bruttovinningurin hjá Kjølur í 2021 var 10,4 mió.kr. sammanborið við 9,7 mio.kr. í 2020. 

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt ebidta, øktist úr 5,6 mió.kr. í 2020 til 6,2 mió.kr. í 2021, sum var ein vøkstur á 11 prosent. 

Ársúrslitið eftir skatt gjørdist í 2021 eitt avlop á 4,7 mió.kr. sammett við 3,9 mió.kr. í 2020. Vøksturin í úrslitinum var 19 prosent. 

Fíggjarstøðan hjá felagnum javnvigaði við 17,4 mió.kr. í 2021 sum er at kallað óbroytt í mun til 2020 tá javnin var 17,1 mió.kr

Ognarsíðan vísur av støðsogn er minkað úr 3,8 mió.kr. í 2020 til 1,6 mió.kr. í 2021. 

Ogn í umferð er hinvegin økt úr 13,3 mió.kr. í 2020 til 15,8 mió.kr. í 2021.   

Eginpeningurin hjá Kjølur er øktur úr 10,4 mió.kr. í 2020 til 12,6 mió.kr. í 2021. 

Trygdarevnið hjá felagnum í 2021 er 72 prosent, sum má metast at vera sera gott. 

Felagið hevur onga langfreistaða skuld.  

Stuttfreista skuldin er fallin úr 6,8 mió.kr. í 2020 til 4,8 mió.kr. í 2021. 

Aðalfundurin hjá Kjølur Sp/f hevur samtykt at luta 3 mió.kr. í vinningsbýti út til eigararnar. 

Stjóri í felagnum er Hans Arni Bjarnason Thomsen. Nevndarformaður er Jákup A. Mikkelsen. 

Eigarar av felagnum er Finna Sp/f og B&E Sp/f.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá Ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder