Um ársskiftið fer Kina fyri fyrstu ferð í yvir 30 ár at leggja meirvirðisgjald á fyribyrging, eitt nú hítir, fyri at eggja fólki til at fáa sær fleiri børn.
Í tíðarskeiðnum 1980 til 2015 var ein eittbarnspolitikkur galdandi í Kina, sum bannaði pørum at fáa meira enn eitt barn. Sum liður í hesum politikkinum hevur fyribyrging verið undantikin meirvirðisgjaldi síðan 1993, skrivar miðilin TIME.
Men frameftir verður eitt grundmeirvirðisgjald á 13 prosent, sum er galdandi fyri flestu vørurnar í Kina, eisini lagt á fyribyrging.
Í 2015 varð eittbarnspolitikkurin avtikin, og varð tá loyvt at fáa tvey børn. Í 2021 varð hetta markið hækkað til trý børn.
Í 2024 vórðu 9,5 milliónir børn fødd í Kina. Tað er ein triðingingur færri enn í 2019, tá 14,7 milliónir børn vórðu fødd, skrivar Ritzau.
Árliga doyggja fleiri fólk, enn børn verða fødd í Kina, og í 2023 yvirtók India heitið hjá Kina sum fólkaríkasta land í heiminum.
Sambært tíðindastovuni AP hevur KIna eisini eitt av hægstu fosturtøkutølunum í heiminum. Í tíðarskeiðnum 2014 til 2021 vórðu millum níggju og tíggju milliónir fosturtøkur framdar um árið. Veruliga talið kann tó vera hægri,a v tí at fleiri eisini leita sær hjálp á óskrásetum klinikkum.
Kina steðgaði við at almannakunngera tøl um fosturtøkur í 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald