Innanlands

KÍ fær betri umstøður

Í gjár undirskrivaði borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, sáttmála við Norðhús um at byggja nýtt skýli

2018-07-13 09:11 Author image
Oda Strøm
placeholder

 

Í gjár undirskrivaði borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, sáttmála við Norðhús um at byggja nýtt skýli við fótbóltsvøllin við Djúpumýru.

Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðuni, at verkætlanin er býtt í tvey byggistig, har fyrsta byggistig er at byggja skýlið við tilhoyrandi sitiplássum, sum verða knøpp 300 í tali.

Annað byggistig er at innrætta kjallaran, ið skal hýsa tveimum stórum umklæðingardeildum, dopingrúmi, dómararúmi, eini sonevndari mix-zone og ymiskum skrivstovum til eitt nú ungdómsfótbólt og annað – alt gjørt í samsvari við ásetingar, sum UEFA krevur.

- Hetta hevur verið ein sera drúgv tilgongd, men somikið størri er gleðin, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

- Hetta fer at lyfta fótbóltsumstøðurnar í okkara kommunu á eitt nógv hægri støði og er viðvirkandi til, at vit náa okkara málsetningi um at spæla evropeiskan fótbólt við Djúpumýru í framtíðini, sigur borgarstjórin.

Eftir ætlan fer Norðhús í gongd við byggingina fyrst í september, og kostnaðurin fyri fyrsta byggistig er settur til 11,6 mió. kr.

placeholder
placeholder