Innanlands

Kenni meg ikki aftur í hasum

Barbara Gaardlykke Apol kennir seg ikki aftur í, at hon skal hava forðað nøkrum valevni at sleppa á javnaðarlistan

Barbara Gaardlykke Apol (Mynd: Javnaðarflokkurin)

Barbara Gaardlykke Apol (Mynd: Javnaðarflokkurin)

2022-10-13 23:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Barbara Gaardlykke Apol kennir seg ikki aftur í ákærunum í útvarpinum í kvøld um, at hon skal hava forðað einum nýggjum valevni at koma á listan hjá Javnaðarflokkinum.

Tað sigur hon í støðudagføring á Facebook.

Valevnið hjá Javnaðarflokkinum sigur, at hon undir ongum umstøðum vil skaða flokkin ella forða nøkrum limi at arbeiða fyri javnaðarhugsjónini. Tað er floksleiðslan - sum Barbara Gaardlykke Apol sjálv ikki er partur av - sum hevur tikið avgerðina.

- Fyri á leið tveimum mánaðum síðani varð eg spurd, um eg vildi stilla upp til fólkatingsvalið, sum stóð fyri framman. Undir vanligum umstøðum hevði eg ikki ivast í at siga ja, men hesa ferð hevði eg bestan hug at siga nei. 

Barbara sigur víðari, at orsøkin er ikki manglandi politiskur vilji, men at hon fyri fýra mánaðum síðani gjørdist mamma. Hon hevði tí bara hug at játta at stilla upp, um veruligur tørvur var fyri hennara profili á listanum.

- Tað var tað tá, og tí endaði eg við at siga ja. 

- Nakrar vikur seinni fekk eg at vita, at tvey nýggj møgulig valevnir høvdu víst áhuga. Bæði mynda nøkulunda sama profil sum eg, og tí vendi eg aftur til flokkin, at eg helst vildi av listanum aftur. Men trupulleikin var, at annar persónurin ikki var limur í flokkinum, og tí mátti hetta fyri floksleiðsluna.

Reglugerðin í Javnaðarflokkinum er tann, at ein skal hava verið limur í meira enn seks mánaðir fyri at stilla upp fyri flokkin.

[object Object]Barbara Gaardlykke Apol fekk 392 atkvøður til fólkatingsvalið seinast (Mynd: Jens Kr. Vang) 

- Sjálv eri eg ikki limur í floksleiðsluni í flokkinum, og tí veit eg ikki hvat samskifti er farið fram har. Men eg skilti á lagnum, at tað var nevnt, at eg ikki hevði hug at stilla upp, um fleiri vóru á listanum. Eg fekk eisini at vita, at hetta ikki hevði nakað við niðurstøðuna at gera. Eg var forharmað um, at tað varð sett soleiðis upp, og tí ringdi eg til viðkomandi persón og segði, at eg var kedd av, at tað var komið til hetta, sigur Barbara Gaardlykke Apol.

- Eg kundi havt noktað at stillað upp beinanvegin, tí eg ikki hevði tíð. Men tað gjørdi eg ikki. Eg kundi havt tikið meg av listanum, tá onnur komu uppá. Men tað gjørdi eg ikki. Eg kundi valt at trekt meg, nú eg eri hongd út í miðlunum fyri nakað, sum eg ikki kenni meg aftur í. Men tað geri eg ikki. Tað sigur mær, at eg brenni so mikið fyri tí, at eg ikki kann lata vera, skrivar Barbara Gaardlykke Apol.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder