Innanlands

Katrin Kallsberg nýggjur limur í Etiska ráðnum

Ann Danielsen, ið er serlækni í kvinnusjúkum, ynskti ikki at halda fram í ráðnum, og tí hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum tilnevnt Katrin Kallsberg, serlækna í kvinnusjúkum og burðarhjálp

Katrin Kallsberg er nýggjur limur í Etiska ráðnum (Savnsmynd)

Katrin Kallsberg er nýggjur limur í Etiska ráðnum (Savnsmynd)

2022-09-22 13:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein av limunum, sum var millum teir tríggjar, ið kundu halda fram í Etiska ráðnum, eftir at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum herfyri valdi nýtt Etiskt ráð, hevur boðað frá, at viðkomandi ikki ynskir at halda fram, og hevur hann valt nýggjan lim í ráðið í staðin, skrivar Heilsumálaráðið.

Sambært Kringvarpinum er talan um Ann Danielsen, ið er serlækni í kvinnusjúkum.

Orsøkin er m.a. manglandi virðing fyri fráfarandi forkvinnuni, Annu Mette Greve Klemensen, sum ikki varð afturvald, og at hon ongantíð sjálv er spurd, um hon ynskti at halda fram.

— Talan er í hesum føri um ein lim, sum landsstýrismaðurin tilnevnur, og har tað í serligu viðmerkingunum til § 6 í lógini er útgreinað, hvussu hesin limur eigur at veljast:

– Landsstýrismaðurin tilnevnir harumframt ein lim. Hugsað verður um, at hesin limur m.a. skal hava heilsufakligan kunnleika til gransking og viðgerð innan læknafrøði, og til gransking og viðgerð innan heilsuøkið. Mett verður, at tað er neyðugt at hava eitt heilsustarvsfólk við læknafakligari bakgrund í ráðnum, av tí at stórur partur av tí granskingarvirksemi, ið fer fram viðvíkjandi lív- og ílegutøkni innan heilsuøkið, verður gjørt av læknum.

Í hesum sambandi hevur Kaj Leo Holm Johannesen tilnevnt Katrin Kallsberg, serlækna í kvinnusjúkum og burðarhjálp, sum lim í Etiska ráðnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder