Mentan

Katrin Joensen-Næs skal leikstjórnað ólavsøkukabarettini

Átta sýningar eru á skránni í Sjónleikarahúsinum 27. - 29. juli. Franklin Symphor Henriksen framleiðir

2021-07-20 19:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein av føstu tættunum á ólavsøku er kabarettin. Í fjør var hon eisini, hóast ólavsøkan var nógv øðrvísi, men talan var bert um tvær sýningar við fjøruti fólkum til hvørja. Til bar tó at síggja ólavsøkukabarettina 2020 í Kringvarpinum.

Ein av teimum, sum leikti í fjør, leikstjórnar í ár. Katrin Joensen-Næs hevur leikstjórnað leik og film - nú skal hon leikstjórnað kabarett. Franklin Symphor Henriksen framleiðir aftur í ár.

Kabarettin verður mannað av hesum: Elias Magnussen, Jenny Svartá Wardum, Edvin Hanssonur Niclasen og Bjørk Búadóttir Tórgarð

Sum vant, verður Sjónleikarahúsið á Niels Finsensgøtu 34 karmur um ólavsøkukabarettina, og Høgni Poulsen ger, sum vant, pallsniðið.

Á tónleikapallinum fara Kristian Pauli Eleffsen og Vinjar Egilsnes Petersen at sita. John Ivar Venned er ljóðsniðgevi, og Turpin Djurhuus er ljóssniðgevi. 

Vegna tilmælini eru 100 atgongumerkir til hvørja sýning. Til ber at keypa sær atgongd á atgongumerki.fo

Sýningarnar:
27. juli: kl 18.00 og kl 19.30
28. juli: kl 18.00 og kl 19.30 og kl 21.00
29: juli: kl 18.00 og kl 19.30 og kl 21.00


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder