Mentan

Kári Svensson í Gallarí Havnará

Fernisering er í dag

2022-07-27 14:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á ólavsøku letur framsýning við Kára Svensson upp í Gallarí Havnará. Kári er ein av okkara mest virdu listamonnum, og hansara listaverk endurnýggja klassiska landslagið í abstraktum formi, har pensilin fer leikandi eftir løriftinum.

Listaverkini siga okkum frá hansara egnu upplivingum av náttúruni, har veðrið skjótt broytist frá mjørka til sól, storm og regn.

Fernisering verður seinnapartin í dag, og framsýningin er opin til og við 31. juli. Ólavsøkudagarnar er opið frá kl. 14 til 20, um vikuskiftið frá kl. 14 til 18.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder