Innanlands

Kári Sigvardsen stjórnar Framskák saman við Sigmund Mikkelsen

Aftrat Sigmund Mikkelsen, stjóra, kemur Kári Sigvardsen inn at stjórna Framskák – Hann skal hava ábyrgd av innanhýsis rakstrinum

(Mynd: Framskák)

(Mynd: Framskák)

2022-09-29 15:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kári Sigvardsen kemur saman við Sigmund Mikkelsen at vera stjóri hjá Framskák, og fer hann at hava ábyrgd av innanhýsis rakstrinum.

Hesum boðar Framskák frá í tíðindaskrivi í dag.

Kári er 42 ára gamal og kemur úr starvi sum rakstrarstjóri hjá Magn, har hann starvaðist í knøpp 10 ár. Kári hevur drúgvar royndir við leiðslu og at skipa og effektivisera arbeiðsmannagongdir við at nýta KT og tøkni, skrivar Framskák.

– Vit fegnast um at fáa Kára við í okkara toymi. Við hansara drúgvu royndum styrkja vit um okkara rakstur og arbeiðsmannagongdir, og somuleiðis styrkja vit um okkara Tænastukervi, ið vit leggja stóran dent á, sigur Sigmund Mikkelsen, stjóri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder