Innanlands

Kappingareftirlitið: Yvirtøkan fer ikki at ávirka virknu kappingina

Handlarnir halda fram hvør sær hóast Rumbul Sp/f hevur yvirtikið Sp/f Sheep

(Savnsmynd: Dávur Winther)

(Savnsmynd: Dávur Winther)

2022-08-31 12:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kappingareftirlitið hevur tikið avgerð um at góðkenna yvirtøkuna hjá Sp/f Rumbul av Sp/f Sheep.

Kappingareftirlitið metir ikki, at yvirtøkan fer at ávirka virknu kappingina, og hevur tí avgjørt at góðkenna yvirtøkuna.

Báðar fyritøkur eru virknar innanfyri smásølu av dagligvørum við skiftandi vøruúrval. Tó ikki matvørur.

Rumbul og Sheep fara framhaldandi at verða riknir hvør sær eftir hvør sínum leisti, siga eigararnir.

(Yvirskrift dagførd kl. 14:45)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder