Uttanlands

Kanning: Arbeiða fýra dagar um vikuna fyri fulla løn

Fram til desember skulu fleiri enn 3000 starvsfólk í Stórabretlandi luttaka í einari kanning, har tey arbeiða 80 prosent av vanligu arbeiðstíðini fyri fulla løn – Kannast skal, hvussu hetta ávirkar avrik, trivnað, arbeiðsumhvørvi og javnstøðu

(Savnsmynd: Shutterstock)

(Savnsmynd: Shutterstock)

2022-06-06 15:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri enn 3000 starvsfólk hjá 70 ymiskum fyritøkum í Stórabretlandi luttaka í løtuni í einari kanning, sum inniber, at tey bert skulu arbeiða fýra dagar um vikuna uttan at fara niður í løn.

Fólkini handan hesa kanning siga, sambært Ritzau, at hetta er tann størsta av slíkum kanningum í heiminum.

Starvsfólkini fáa sostatt fulla løn komandi hálva árið, hóast tey bert arbeiða 80 prosent av vanligu arbeiðstíðini. Starvsfólkini hava tó skyldu til at vera eins produktiv og áðrenn.

Tað er felagsskapurin 4 Day Work Week Global, sum skipar fyri kannignini saman við tankasmiðjuni Autonomy og granskarum frá Cambridge University, Oxford University og Boston College.

Granskarar skulu kanna, hvussu ein arbeiðsvika á fýra dagar ávirkar avrik, starvsfólkatrivnað, arbeiðsumhvørvi og javnstøðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder