Uttanlands

Kanna møguleikan at blanda ymisk sløg av koppingarevni

Í løtuni verður mælt til, at ein persónur verður koppsettur báðar ferðir við sama koppingarevni, men í Stórabretlandi verður nú kannað, um tað ber til at geva ymisk sløg

Koppingarevnið hjá AstraZeneca varð góðkent av ES í farnu viku (Mynd: EPA)

Koppingarevnið hjá AstraZeneca varð góðkent av ES í farnu viku (Mynd: EPA)

2021-02-04 20:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretar eru farnir í holt við at kanna, um tað ger nakran mun, um mann verður koppsettur við tveimum ymiskum koppingarevnum fyrstu og aðru ferð.

Sambært varaheilsustjóranum hjá bretsku heilsumyndugleikunum, kann tað vísa seg, at fólk reagera betri uppá koppsetingina, tá ymisk koppingarevni verða brúkt.

Fleiri enn 800 sjálvbodnir royndarpersónar allir eldri enn 50 ár luttaka í kanningunum.

Summir royndarpersónar fáa koppingarevnið hjá Oxford og AstraZeneca fyrst, meðan onnur byrja við evninum hjá Pfizer/BioNTech, síðani ganga millum fýra og 12 vikur millum fyrru og seinnu koppseting. Møguliga verða onnur koppingarevni eisini brúkt í royndunum, tá tey verða góðkend.

Um tað vísir seg at bera til at blanda ymisk sløg av koppingarevni, kann tað gerast lættari at koma ígjøgnum kreppur, um landið brádliga manglar skamtar av einum ávísum slagi av koppingarevni.

Samstundis halda granskarar eisini, at møguleiki er fyri, at mann verður betri vardur móti korona, um mann er koppsettur við tveimum ymiskum koppingarevnum.

Í løtuni verður annars mælt til, at ein verður koppsettur báðar ferðir við sama koppingarevni. Sum nú er, er einki, sum bendir á, at hetta verður broytt, um talan ikki er um serligar umstøður, skrivar Ritzau, men aðrar royndir hava víst, at ymisk koppingarevni kunnu rigga væl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder