Innanlands

Kanna í Runavík hósdagin

Frá klokkan 17 til 22 verða koronakanningar gjørdar í Skótahúsinum við Løkin

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-11-10 13:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin verður møguligt at kanna seg fyri koronu í Skótahúsinum við Løkin í Runavík.

Tað er Landssjúkrahúsið, sum skipar fyri kanningunum í samstarvi við Runavíkar kommunu. Landssjúkrahúsið tekur royndirnar, og kommunan tekur sær av hinum praktiska partinum, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuna.

Kannað verður frá klokkan 17 til 22, og neyðugt er at bíleggja kanning á korona.fo frammanundan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder