Innanlands

Kalsoyingar í stívasta pussi til Bond-frumframførslu

Serprýddur 007-bussur er á veg til Havnar

2021-09-29 14:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin verður nýggjasti James Bond-filmurin “No Time to Die” á fyrsta sinni varpaður upp á stóra filmslørifti í Havnar Bio.

Talan er um eina serframsýning fyri tey, sum eiga ein lut í framleiðsluni av stóra filminum. Filmslið var nevniliga í Kalsoynni í nakrar dagar í 2019 og tóku myndir til filmin.

Fyri at takka teimum, sum hjálpti til, vórðu hesi boðin til eina undan-frumframførslu, sum verður seinnapartin í dag.

Og í løtuni er bussurin á veg úr Klaksvík til Havnar, sum koyrir til dyrnar í Havnar Bio við Tinghúsvegin.

Umframt eyðkenda 007 bussin er ein túrur longu klárur til ferðafólk, so tey kunnu ganga í fótasporum James Bonds í Kalsoynni. Túrurin James Bond 007 | Official Faroe Islands Tour er tøkur hjá ferðafólkum at bíleggja, tá ið flettingin er farin afturum um tvær vikur. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder