Uttanlands

Kalifornia: Øll skulu sleppa at brævatkvøða á forsetavalinum

Kalifornia er fyrsti amerikanski staturin, sum hevur bílagt brævatkvøðuseðlar til øll, sum eru skrásettir veljarar í statinum – Gavin Newsom, guvernørur, ynskir ikki at seta heilsuna hjá fólki í váða

Gavin Newsom, guvernørur í Kalifornia (Mynd: EPA)

Gavin Newsom, guvernørur í Kalifornia (Mynd: EPA)

2020-05-09 12:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kalifornia er fyrsti amerikanski staturin, sum hevur bílagt brævatkvøðuseðlar til øll, sum eru skrásettir veljarar í statinum.

Orsøkin er koronasmittan, boðaði guvernørurin, Gavin Newsom, frá á tíðindafundi fríggjadagin.

Kalifornia hevur uml. 20,6 mió. skrásettir veljarar, og guvernørurin ynskir at geva teimum øllum møguleika at sleppa undan at seta heilsuna í váða, tá tey fara á val.

Fleiri statir hava gjøgnumført undanval umvegis brævatkvøðu, men Kalifornia er fyrsti staturin, sum bíleggur brævatkvøðuseðlar til forsetavalið til øll, skrivar Ritzau.

Forsprákarar fyri atkvøðurættinum og fólkaheilsu hava víst á, at alt landið átti at fingið brævatkvøðuseðlar til forsetavalið. Fleiri republikanar, m.a. forsetin Donald Trump, vilja tó vera við, at brævatkvøður økja um vandan fyri valsvik.

Serfrøðingar siga tó, at eingi prógv eru fyri hesum, tá valsvik í USA sum heild er á einum sera lágum støði.

Amerikanska forsetavalið verður í november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder