Innanlands

Kajhúsið á Válinum skal takast niður

Kvívíkar kommuna ynskir ikki at gera ábøtur á húsið, og tað er ikki heilt vandaleyst at lata tað standa, sum tað ger. Borgarar, ið eiga í húsinum, verða bidnir um at taka tað út áðrenn 1. oktober

2022-08-31 13:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bygdaráðið hevur samtykt at taka kajhúsið á Válinum niður. Orsøkin er, at húsið er í vánaligum standi, og kommunam ynskir ikki at gera ábøtur á húsið.

Tað er heldur ikki heilt vandaleyst at lata tað standa, sum tað ger. Tí er avgerð tikin um, at húsið skal takast niður nú.

Kvívíkar kommuna er vitandi um, at ymiskt er inn í húsinum, sum borgarar eiga. Viðkomandi eigarar verða bidnir um at taka tað út, sum ein eigur.

Hetta skal verða gjørt áðrenn 1. oktober 2022. Tá verður farið í holt við at taka húsið niður.

Kvívíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder