Innanlands

Kaj Leo vil yvirtaka epidemilógina

Landsstýrið rindar longu allar útreiðslur av hesi lóggávuni í Føroyum – tí hevur ein yvirtøka ikki eyka fíggjarligar útreiðslur við sær

Kaj Leo Holm Johannessen tekur upp mál um yvirtøku á landsstýrisfund í dag

Kaj Leo Holm Johannessen tekur upp mál um yvirtøku á landsstýrisfund í dag

2021-11-16 08:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað skal verða lættari hjá føroysku myndugleikunum at taka skjótar avgerðir, tá farsóttir herja, men tað er ein trupulleiki, tá epidemilógin er danskt málsøki. Tað heldur landsstýrismaðurin við heilsumálum, sum á landsstýrisfundi í dag fer at seta fram ynski um yvirtøku av epidemilógini

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, fer á landsstýrisfundi í dag at skjóta upp, at epidemilógin, sum í dag er danskt málsøki, verður yvirtikin á føroyskar hendur. Tað skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðuni.

Ynskið hjá landsstýrismanninum er ein beinleiðis avleiðing av koronufarsóttini.

Í Heilsumálaráðnum verður mett, at epidemilógin, hvørs formliga danska navn er “Lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme”, kann yvirtakast beinleiðis uttan samráðingar við danir.

Tí heilsumál eru sermál, sum sambært heimastýrislógini kunnu yvirtakast heilt ella partvíst uttan nærri samráðingar, tá Løgtingið sjálvt ynskir tað.

Landsstýrið rindar frammanundan allar útreiðslurnar av epidemilógini í Føroyum, og tí verður heldur ikki mett, at yvirtøkan hevur eyka fíggjarligar útreiðslur við sær fyri landskassan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder